Mynd12-lowquality.jpg
 
 

Okkara Rísflís

Rísflís er at fáa í trimum smakkum, og er tað at samanlíkna við eina sushi-sandwich. Við heilsugóðum rávørum bjóða vit høsnarunga í karry, royktum laksi við wasabi og osti og ikki minst okkara leskiligi vegan við avokado, koriander og leim. Kom og royn okkara Rísflís

Rísflís er ein nýggj føroysk fyritøka, sum ynskir at veita eitt heilsugott alternativ til tann føroyingin, ið hevur nógv um oyrini. Vit bjóða trý ymisk sløg av rísflísum, ið allar eru framleiddar í Føroyum við frískum rávørum.
 

Avokado við leim & koriander

Ein frískur smakkur við frískum vegan tilfari. Fyllan er avokado, koriander og leim. Ein smakkur til tann heilsutilvitaða góman. 

 

 

 

 

 

 

 

Høsnarungi í Karry
Ein klassiskur smakkur, ið má roynast. Fyllan er karry við høsnarunga, leyki og súrepli. 

 

 

 

 

 

 

Royktur laksur, wasabi og osti
Nýhugsan við føroyskum royktum laksa-smakki við asiatiskari íblástri. Fyllan er føroyskur royktur laksur, ostur, wasabi og soya sós. 

 

 

 



Visti tú at...

Onigiri var uppfunnið í Japan fyri umleið 2000 árum síðani og hevur verið partur av teirra matmentan síðani tá. Seinastu 20 árini hevur vøran tikið dik á seg á asiatiska og altjóða matpallinum og finst nú kring heimin bæði í handlum og matstovum. Við kreativari teknologi fáa vit ágóðan av at selja hesa vøru til tann føroyska góman.