Onigiri704-731x1024.jpg
 
 

Um Okkum

Føroyska matmentanin er ment sera nógv tey seinastu árini, og halda vit í Rísflís, at vit kunnu ríka um. Okkara missión er at veita mat, ið nýtir heilsugóðar rávørur til tann upptikna føroyingin. Síðani mai 2018 hava vit saman við Fast í Gundadali veitt Rísflísina, og saman við teimum gjørt okkara project til veruleika. Íblásturin kemur frá vælkendu japansku Onigiri, sum kann serverast á alskins hættir, men er mest nýttir sum ein kaldur skundverði, sum fólk taka við sær til arbeiðis ella eta á staðnum.

Tann føroyska matmentanin hevur breitt úrval av útlendskum mati, og tí vænta vit eisini Rísflísin verður eitt gott ískoyti til gerandiskostin hjá fleiri. Føroyingar verða millum tey fyrstu, ið royna hendan spennandi skundverðan, og eru vit sera spent uppá at bjóða Rísflísina fram við trimum smakkum .

Tit kunnu fylgja okkum á Facebook, Instagram og á heimasíðu okkara fyri at síggja nær Rísflís verður at fáa til keyps nærhendis tær. Trýst her!